KVÖKING nr 15

10 months ago
164

Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið.
Er tað í lagi at nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hvat er ein tjóð? Fremur Ísraelska stjórnin fólkadráp í Gaza, og mangt annað kemur upp at venda í hesum partinum av KVÖKING.
Lat okkum endiliga frætta í viðmerkingunum, hvat tit halda um hesi tingini, vit práta um, ella um poddvarpið hjá okkum sum heild, til vit aftur sita á kjørbreyt og hvøtja.

Loading comments...