Andrew Bridgen, MP prátar við Biritu L. Jóansdóttir

1 year ago
293

Í fjórða parti av fimm við samrøðum, sum Birita L. Jóansdóttir gjørdi við fyrilestrarhaldarar á Facts Matter ráðstevnuni í Keypmannahavn, prátar Birita við bretska parlamentslimin, Andrew Bridgen, sum í longri tíð hevur roynt at fáa parlamentið at umrøða ovurdeyðiligleikan, sum sæst í mongum londum aftan á at heimsfarsóttin er yvirstaðin. Bridgen, sum sjálvur upplivdi at fáa skaða av koppsetingini, fortelur um sítt arbeiði at varpa ljós ovurdeyðiligleikan, og ikki minst hevur hann nøkur álvarsorð at siga okkum um nýggja sáttmálan hjá Heimsheilsustovninum og ískoytini, sum vera gjørd til Altjóða Heilsureglugerðina frá 2005 í hesum døgum.
Hetta video kunnu vit ikki leggja út á youtube, tí tað verður strikað har, vegna atfinningarnar móti heimsheilustovninum. Vit hava eisini ein brúkara á Rumble, har finna tit alt vit leggja út: rumble.com/user/hinvegin
Andrew Bridgen eydnaðist umsíðir at fáa sett ovurdeyðiligleika á skrá í 30 min í parlamentinum fríggjadagin 20. oktober. Hoyr hansara sera tankavekjandi røðu her:
https://www.youtube.com/watch?v=97qRUqYLNu0

Loading comments...